![]() |
|
Aftur til: Greinasavnið :: HUMANUS forsíðuna
Uppaftur fleiri ósannindi í Bíbliuni
Í fjør tók eg
við eini avbjóðing at vísa á, at Bíblian sigur ósatt. Eg
valdi at vísa á 40 grovar andsagnir í Bíbliuni sum dømi um, at Bíblian
ferð
eftir ferð sigur ímóti sær sjálvari og soleiðis avsannar seg sjálva
(Dimm.22.12.99). Nøkur av Guds børnum royndu síðani at vísa
nøkrum av hesum
dømunum aftur, men tað miseydnaðist.
Pætur M. Hansen, sum var ein av teimum, ið ta ferðina
royndu seg, mundi
ásanna hetta. Tí vildi hann heldur tosa um okkurt annað, har hann helt
Bíbliuna sleppa betur frá tí: »Hví ikki heldur fara at viðgera evni sum
profetiini ella uppreisn Jesusar?« spurdi hann í einum aftursvari.
Ja, hví ikki hyggja at eitt nú profetiunum? Eg taki fegin
við hesi
avbjóðingini eisini. Og eg vil vísa, at her stendur ikki frægari til
við
trúvirði Bíbliunnar.
I m m a n u e l
Latum okkum blaða á fyrstu síðu í Nýggja testamenti og hyggja at
tí fyrsta
spádóminum, sum Matteus evangelistur tekur fram. Hann sigur frá gitnaði
Jesusar og ger soljóðandi niðurstøðu: »Hetta hendi alt
samalt, fyri at tað
skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið
sigur: 'Si,
moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna
hann
Immanuel; tað merkir: Gud við okkum.'« (Mt.1,22-23).
Henda spádómin finna vit hjá Jesaja (7,14). Tað er lætt
at síggja, at
hann kann ikki setast í samband við Jesus. Fyrst er at siga, at Jósef og
tey kallaðu ikki barnið Immanuel, men Jesus. Eingilin segði eisini
við
Jósef: »Jesus skalt tú kalla navn hansara« (Mt.1,21), og við Mariu: »Navn
hansara skalt tú kalla Jesus« (Lk.1,31). Jesus verður ongantíð
nevndur
Immanuel.
Spádómurin hjá Jesaja segði meira um henda Immanuel:
»Áður enn
sveinurin dugir at havna hinum illa og velja hitt góða, skal land beggja
konga teirra, sum nú ræða teg, verða lagt í oyði.«
(Jes.7,16). Lesa vit
allan spádómin og alt kapitlið frá byrjanini, síggja vit, at Harrin við
profetinum talaði við Ákaz Jótamsson, Júda kong. Kongarnir, sum ræddu
hann,
vóru Rezin, Sýria kongur, og Peka, Ísrael-Efraims kongur. Og tann, ið
skuldi leggja lond teirra í oyði, verður eisini nevndur: Assýria
kongur
(Jes.7,17). Hesir kongar og ríki ráddu á døgum Jesaja, 7
ø l d i r f y r
i føðing Jesusar! Jesaja sigur týðuliga og greitt, at tað
var tá, hesin
góði Immanuel skuldi verða føddur.
Men evangelisturin valdi at lata eyguni aftur fyri øllum
hesum. Hann
klipti nøkur orð burtur úr spádóminum og tí søguliga
samanhanginum og
brúkti tey um Jesus, fyri síðani at siga, at tað gekk út (gik i
opfyldelse)
við Jesus. Hetta er at bera ósannindi.
B e t l e h e m
Næsta spádómin letur Matteus evangelistur nakrar skriftlærdar
vísa á. Teir
vóru spurdir av Heródesi, hvar Kristus átti at verða føddur, og søgdu:
»Í
Betlehem í Júdeu; tí at soleiðis stendur skrivað hjá profetinum: 'Og
tú
Betlehem, Júdaland, als ikki ert tú minst millum høvdinga í Júda; tí
at frá
tær skal koma ein høvdingi, ið skal verða hirði fyri fólki
mínum Ísrael.'«
(Mt.2,5-6).
Henda spádómin finna vit hjá Mika (5,1), men har er orðaljóðið
øðrvísi:
»Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó
koma
hann, sum høvdingi skal verða yvir Ísrael.«
Mín fyrsta atfinning er, at Matteus talar um býin Betlehem,
meðan Mika
talar um mannin Betlehem. Á hebráiskum eru býirnir kvennkynsorð, og av tí
at orðini »tú«, »minstur« og »tær« á hebráiskum standa í
kallkyni í
spádóminum hjá Mika, má Betlehem eisini. Hesin maður mundi vera tann,
sum í
1. Krýnikubók (4,4) er nevndur Betlehem, sonur Efratar. Hann er ikki
nevndur millum ættfedrar Jesusar.
Mín næsta atfinning er, at Jesus gjørdist ikki
høvdingi yvir Ísrael.
Tað man vera grundin til, at evangelisturin snildisliga hevur broytt
spádómsorðini til »ein høvdingi, ið skal verða hirði
fyri fólki sínum
Ísrael.«
Nøkur kristin hava víst mær á, at Mika
framhaldandi sigur um henda
høvdingan, at »frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum«
(5,1).
Hetta ljóðar sera gudiligt. Men tað hebráiska orðið her merkir
rættari
»fortíðar« (sum tað er umsett hjá Jes.63,9) ella bara »gomlum«
(sum hjá
Amos 9,11). Hví kristnir týðarar kortini hava umsett tað til »ævinleikans«,
kann ein og hvør so gita.
Aftur í hesum førinum hevur evangelisturin bara klipt
nøkur fá orð
burtur úr spádóminum og brúkt tey. Lesa vit meira av spádóminum hjá Mika,
sigur hann m.a. um henda høvdingan, at »soleiðis man hann frelsa
okkum frá
Assur, tá ið hann herjar á land várt.« (Mika 5,5). Assur var Assýria ríki,
sum á døgum Mika hótti Ísrael og Júda, 7 øldir fyri føðing
Jesusar. Seinni
fall Assýria og kom ongantíð fyri seg aftur. Jesus kundi sostatt ikki
»frelsa okkum frá Assur«. Hann varð sjálvur fyribeindur av rómverjum.
S o n u r i n
í E g y p t a l a n d i
Matteus evangelistur sigur síðani frá, at Jósef noyddist at flýggja
til
Egyptalands við konu og barni: »Og hann var har til deyða Heródesar,
at tað
skuldi ganga út, ið talað er av Harranum við profetinum, ið
sigur: 'Úr
Egyptalandi kallaði eg son mín'.« (Mt.2,15).
Hesi orðini finna vit hjá Hosea (11,1). Aftur her hevur
evangelisturin
klipt nøkur fá orð burtur úr samanhanginum. Hyggja vit at tí fulla
orðaljóðinum hjá Hosea, sigur hann: »Tá ið Ísrael var ungur,
fekk eg tokka
til hansara, frá Egyptalandi kallaði eg son mín. Men tó at eg kallaði
tey,
fóru tey alt longur frá mær, tey bóru Báalunum sláturoffur og
kyndu sínum
skurðgudamyndum offureld; tó var tað eg, sum kendi Efraimi at ganga og
bar
hann á ørmum mínum.« (Hos.11,1-3).
Her síggja vit við tað sama, at hetta hevur einki við
Jesus at gera og
er satt at siga eingin spádómur um framtíðina, men hendingar, sum longu
vóru farnar fram. Talan er um Ísraels fólk. Tað vóru tey, Harrin á
sinni
kallaði úr Egyptalandi. Í 2. Mósebók, har sagt verður frá tí, verður
fólkið
eisini rópað »sonur« Harrans (2.Mós.4,22-23). Tað var ikki Jesus,
men
Ísraels fólk, sum fóru »alt longur frá« Harranum og »bóru Báalunum
sláturoffur«.
Ísrael verður eisini nevnt Efraim, sum er hitt navnið
á Ísraels ríki í
gomlum døgum. Lesa vit meira hjá Hosea, sigur hann framhaldandi - og
hetta
kann kanska kallast spádómur: »Men nú skal Efraim aftur til Egyptalands,
Assur skal verða kongur hans, tí at ikki vilja tey snúgva við.«
(Hos.11,5).
Hetta hendi alt í teimum døgum, 7 øldir fyri Jesusar tíð. Fólkið
kom undir
Assýria, og nógvir ísraelittar máttu flýggja til Egyptalands.
Tá ið evangelisturin sigur, at hetta gekk út við
Jesusi, ber hann aftur
ósannindi.
G r á t u r
í R a m a
Matteus skrivar síðani: »Tá ið Heródes sá, at hann var svikin
av
vísmonnunum, varð hann reiðiliga illur, og hann sendi menn avstað
og læt
drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir har um
vegir . . . Tá
gekk tað út, ið talað er av Jeremia profeti, tá ið hann sigur:
'Rødd varð
hoyrd í Rama, grátur og eymkan mikil, - Rakul var tað, ið um børn
síni
græt; og ei hon vildi av trega lætta, tí at tey eru ikki til
longur.'«
(Mt.2,16-18).
Hesi orðini finna vit hjá Jeremia (31,15), rætt er
tað. Men, sum tey
kristnu eru von at siga: vit eiga at lesa Bíbliuna í røttum samanhangi,
so
tað gera vit. Og í næsta ørindi stendur: »Men nú sigur
Harrin soleiðis:
Halt rødd tíni frá gráti og eygum tínum frá tárum; tí at tú fært
løn fyri
møði tína, sigur Harrin - úr fíggindalandi venda tey heim aftur.«
(Jer.31,16).
Hvat »fíggindaland« tosar hann um? Jú, lesa vit alt
kapitlið og hini
kapitlini hjá Jeremia, síggja vit, at hann sigur frá hendingunum í síni
tíð, 6 øldir fyri Jesusar tíð, tá ið stórur partur av fólkinum
varð førdur
burtur til Bábylon. Tað var hesi børnini, Rakul syrgdi. Men hesi vórðu
ikki
dripin, sum tey í Betlehem, og nógv skuldu seinni venda heim úr Bábylon,
sum profeturin eisini uggaði móðurina við.
Hetta var sostatt ikki nakað, sum gekk út á Jesusar tíð,
sum
evangelisturin sigur. Tað er beinleiðis ósatt.
N a s a r e a r i n
Matteus sigur frá Jósefi, at hann »búsettist í eini bygd, ið eitur
Nasaret,
at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetunum, at hann skuldi
kallast
Nasareari.« (Mt.2,23).
Eg havi biðið mangan víst mær á, hvar í
profetabókunum tað stendur, at
hann skuldi kallast nasareari, men tað hevur eingin kunnað víst mær.
Tí tað
stendur ongastaðni.
Onkur hevur so víst á ein spádóm hjá Jesaja um tann
komandi frelsaran:
»Av Ísai runni skal kvistur spretta fram og angi av rótum hans bera frukt.«
(Jes.11,1). Orðið »kvistur« eitur n e z e r á hebráiskum,
men er hetta
tað sama sum nasareari? Málsliga kann tað ikki váttast.
Men um so var, man lítil uggi vera í hesum, tí lesa vit
meira hjá
Jesaja um, nær hetta skuldi vera, talar hann um Assur, Efraim, filistarnar
og Edom og Móab (Jes.11,11-), og vit skilja, at hetta skuldi verða nógvar
øldir fyri Jesusar tíð.
T æ n a r i n
Seinni, tá ið Jesus fór undir sítt virksemi og mangan bað fólk
um ikki at
gera hann kendan, tekur evangelisturin hetta fram: »Hann legði teimum ríkan
við ikki at gera hann kunnan, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað
er av
Jesaja profeti, ið sigur: 'Sí, tænari mín, sum eg kjósaði mær
. . . Ikki
skal hann deila, ei heldur rópa upp í há; og ikki skal nakar hoyra mál
hansara á gøtunum . . .'« (Mt.12,16-19).
Henda spádómin finna vit hjá Jesaja (42,1-2). Men henda lýsingin
hóskar
als ikki til Jesus. Matteus avdúkar sjálvur, at Jesus kundi bæði
deila
(»Tykkara eiturormar! Tykkara drekaungar!« Mt.23,33), rópa við harðari
rødd
(Mt.27,46 og 50) og tala fyri stórum mannamúgvum á gøtunum (Mt.7,28;
12,46;
15,10).
Um hesin »tænari«, vit lesa um hjá Jesaja, skal vera
Jesus, so mugu
eisini onnur orð hjá Jesaja, har hann umtalar henda tænaran, sipa til
Jesus. T.d. hesi orðini í sama kapitli: »Hvør er blindur sum tænari
mín og
deyvur sum ørindreki mín? Hvør er blindur sum trúnaðarmaðurin,
sum tænari
Harrans? Mangt hevur hann sæð, men ikki givið tí gætur;
hann hevur opin
oyru, men hevur tó einki hoyrt.« (Jes.42,19-20). Men hesi orðini leyp
evangelisturin sjálvandi um. Jesus kundi ikki vera blindur, deyvur og
gáloysin!
F r i ð a r k o
n g u r i n
Matteus sigur frá, at Jesus reið inn í Jerusalem á einum asna, og
evangelisturin ger soljóðandi niðurstøðu: »Hetta hendi, til
tess at tað
skuldi ganga út, sum talað er av profetinum, tá ið hann sigur: 'Sions
dóttur berið tit boð: Sí, kongur tín til tín kemur, lítillátur, á
asna hann
ríður, á ungum klyvjadjórs fyli.'« (Mt.21,4-5).
Henda spádómin finna vit hjá Zakarja (9,9). Men um nakað
høpi skal vera
í, átti evangelisturin eisini at endurgivið næsta ørindi hjá
Zakarja, sum
sigur frá, hvat hesin kongurin síðani skuldi útinna. Har stendur: »Hann
oyðir hervagnar úr Efraim og hestar úr Jerúsalem; stríðsbogan brýtur
hann
sundur og birtir frið millum tjóða við sínum orði . . .«
(Zak.9,10).
Hetta gekk sum kunnugt ikki út við Jesusi. Hann gjørdist
ikki kongur og
oyddi ongar hervagnar úr Efraim, men varð sjálvur fyribeindur. Ei heldur
birti hann »frið millum tjóða við orði sínum«. Tjóðirnar
hildu fram at
kríggjast hvør við aðra og hvaðna verri, eftir at tær
vóru kristnaðar.
Jesus segði sjálvur: »Haldið ikki, at eg eri komin at bera frið
til jarðar;
ikki eri eg komin at bera frið, men svørð.« (Mt.10,34). Hvussu
kundi hann
tá birta frið millum tjóðanna?
Nú havi eg gjørt
Pæturi M. Hansen tann beina at hyggja nærri at 7 sonevndum
profetium. Summar av hesum spádómunum kanst tú hoyra tey kristnu taka fram
ferð eftir ferð sum prógv um sannleika og trúvirði Bíbliunnar, og
sum prógv
um, at Jesus var tann lovaði frelsarin. Mær dámar ikki at kalla hesi
menniskjuni »blindar vegleiðarar« ella »falsarar« (Mt.23). Men tey mugu
sigast at vera óvanliga góðvarin og einføld.
Høgni av Heiði
(Greinin stóð í
Dimmalætting 31.8.2000)