![]() |
|
Aftur til: Greinasavnið :: HUMANUS forsíðuna
Um ósannindi og skeivleikar í Bíbliuni
Í SEINASTUNI hava nøkur
av Guds børnum verið í Dimmalætting og harmast um,
at eg havi sett spurning við teirra læru og lærubók. Sonni
Jacobsen skrivar
m.a., at »søkir ein veruliga sannleikan, sær ein, at bíblian er
sannleiki.
Hon prógvar alsamt seg sjálva, bæði søguliga og arkeologiskt
. . .« Hann
nevnir eisini »bíbliunnar ósvikaligheit«. Hann trýr fast uppá, at Bíblian
er Guds orð, at hvørt orð er satt, og at Gud var við teimum,
ið talaðu og
skrivaðu niður í hansara navni.
Her eru vit rúkandi ósamdir, og eg taki fegin við avbjóðingini
at føra
prógv fyri míni áskoðan. Ein tann vísasta leiðin at avdúka ósannindi
og
skeivleikar í Bíbliuni er at finna a n d s a g n i r . Ein og hvør,
ið
lesur Bíbliuna, kann síggja, at Gud og gudsmenninir mangan siga ímóti sær
sjálvum og hvør ímóti øðrum. Ein sigur A, ein annar sigur
B. Munurin er
ofta so stórur og avgerandi, at spyrjast má: Hvat er tað rætta? Hvør
sigur
satt? Tað kann ikki vera bæði A og B. Annað má vera ósatt.
Eg kundi givið hundraðtals dømi um hetta, men
havi valt 40 dømi
burturúr. 40 var eitt av yndistølunum hjá jødum. Latum okkum
fyrst
samanbera nakrar søguligar upplýsingar í GT og vita, hvussu væl Bíblian
»prógvar seg sjálva«:
Fyrra Sámuelsbók
(17,23.50) veit at siga, at tað var Dávid, sum feldi
Goliat úr Gát. Men sambært Seinnu Sámuelsbók (21,19) var tað
Elhanan
Jáirsson úr Betlehem, sum feldi hann. Hvat er rætt, og hvat er ósatt?
2. Sámuelsbók
(8,3-4) veit at siga, at tá ið David á sinni vann sigur á
Hadadezari, tók hann 1 . 7 0 0 reiðmenn av honum. Men sambært
1.
Krýnikubók (18,3-4) tók David 7 . 0 0 0 reiðmenn.
2. Sámuelsbók
(10,18) sigur eisini, at ta ferðina David banaði Sjobaki,
feldi hann 7 0 0 vagnhestar. Men sambært 2. Krýnikubók
(19,18) feldi
hann 7 . 0 0 0 vagnhestar.
1. Kongabók (4,26)
nevnir, at Salomon hevði 4 0 . 0 0 0 hestapør fyri
vagnum. Men 2. Krýnikubók (9,25) upplýsir, at talið var 10 ferðir
minni: 4
0 0 0 .
Í 1. Kongabólk
(7,15-21) stendur, at súlurnar í templi Salomons, tær sum
kallaðust Jakin og Boaz, vóru 1 8 alnir høgar. Men 2. Krýnikubók
(3,15-17) sigur, tær vóru 3 5 alnir høgar.
Í 1. Kongabólk
(7,23-26) stendur eisini, at tempulkerið hjá Salomon tók 2
. 0 0 0 bat (1458 litrar). Men 2. Krýnikubók (4,2-5) sigur, tað tók
3 . 0
0 0 bat (2186 litrar).
Í 1. Kongabók
(16,6-8) lesa vit, at tað var á 2 6 . ríkisári Asa Juda
kongs, at Ela gjørdist kongur yvir Ísrael, eftir deyða faðir sín
Basja. Men
í 2. Krýnikubók (16,1) stendur, at á 3 6 . ríkisári Asa gjørdi
tann sami
Basja, Ísraels kongur, herferð móti Juda - tað er 10 ár eftir, at
hann
doyði!
1. Kongabók (16,23)
nevnir eisini, at á 3 1 . ríkisári Asa Juda kongs
gjørdist Omri kongur yvir Ísrael og sat í 12 ár. Men beint eftir sigur
sama
bók (16,28-29), at longu á 3 8 . ríkisári Asa gjørdist
Akab kongur yvir
Ísrael eftir faðir sín Omri.
Sambært 2.
Kongabók (25,8-9) var tað á 7 . degi í 5. mánaði, at
Nebuzaradan kom til Jerusalem og setti eld á templið. Men Jeremia
(52,12-13) sigur, hann kom á 1 0 . degi. Hvat er rætt?
Latum okkum nú
samanbera nakrar útsagnir og lærusetningar:
Hvussu munnu orð Jesusar »Eg og Faðirin eru eitt . . . Faðirin er
í mær og
eg í Faðirinum« og »Faðirin er við mær« (Jóh.10,30.38;
16,32) ríma við
neyðarróp hansara á krossinum: »Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?«
(Mt.27,46).
»Eingin hevur á nøkrum
sinni s æ ð Gud« sigur Jesus (Jóh.1,18). Men bæði
Jesaja (6,1) og Dánjal (7,9) sóu Gud og lýstu hansara útsjónd.
»Harrin er Gud
a l v i t u r « syngur Hanna (1.Sám.2,3), og Paulus
(Róm.11,33) lovprísar hansara ómetaliga kunnleika. Men í 3. Mósebók
(11,4-6) telur Gud haruna upp í tey dýrini, sum jótra - hvat hon ikki ger -
og telur flogmúsina upp í fuglarnar (11,13-19)!
Í skapanarsøguni
(1.Mós.1,27.31) stendur, at »Gud skapaði mannin eftir síni
mynd . . . Og Gud leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí,
tað var s e
r a g o t t .« Men seinni lesa vit í somu bók (6,5-6), at
»tá ið Harrin
sá, at illskapur menniskjanna var mikil á fold, og at tær í hjarta sínum
einans hugsaðu um at fremja illverk tann líðilanga dag, tá iðraði
Harrin
seg um at hava skapað menniskjuna.«
Jákupsbrævið
(1,17) sigur, at »hjá honum (Gudi) er ikki umbroyting ella
umskiftingarskuggi« og 1. Sámuelsbók (15,29) sigur, at » i k k i
i ð r ar hann (Harrin) seg, tí at hann er ikki maður, so at hann iðrar
seg!« Men
fá ørindi seinni (15,35) frætta vit, at »Harrin i ð r a
ð i seg um, at
hann nakrantíð setti Saul sum kong yvir Ísrael.« Og í Jónasarbók
(3,10)
stendur, at »tá i ð r a ð i Gud seg eftir tí illa, sum
hann hevði ætlað
at gera teimum, og gjørdi tað ikki.«
»Harrin er góður
við øll, miskunn hans fatar um øll hans verk« ljóðar ein
av Sálmunum (145,9). Men hjá Jeremia (13,14) stendur: »Eg smildri teir
hvønn móti øðrum, bæði fedrar og synir, sigur
Harrin, uttan at eira og
uttan eymkan og várkunn vil eg beina fyri teimum!«
»Syngið Harranum
lov . . . Eitt e y g n a b r a g d varir hans vreiði,
eina lívsævi náði hans« ljóðar ein annar av Sálmunum
(30,5-6), og hjá
Jeremia (3,12) stendur: »Eg eri miskunnsamur, sigur Harrin; eg vil ikki
ilskast um allar ævir.« Men í somu bók (Jer.17,4) sigur Harrin:
»Eldur
logar í vreiði míni, æ v i n l i g a brennur hann.«
Harrin Jesus talar
somuleiðis um »æ v i g a revsing« (Mt.25,46) og í
Opinberingini (14,10-11)
verður sagt, at »tá skal hann (avgudadyrkarin) eisini drekka av vreiðivíni
Guds . . . og hann skal verða píndur í eldi og svávuli . . . Og roykurin
av
pínslu teirra stígur upp um aldur og a l l a r æ v i r
.«
»Hjá Harranum, Gudi
várum, er eingin órættur, hann ger ongan mannamun«
verður sagt í 2. Krýnikubók (19,7). Men hvussu við trælalógunum?
»Tá ið tú
keypir hebraiskan træl, skal hann tæna tær í seks ár, men á
sjeynda skalt
tú geva honum frælsi . . . Men er tykkum tørvur á trælum og
trælkvendum,
skulu tit keypa tey av teimum tjóðum, ið búgva kring um tykkum . . .
so at
tey verða trælir hjá tykkum allar tíðir; men yvir brøðrum
tykkara, Ísraels
monnum, mega tit ikki valda við harðskapi, bróðir yvir bróður.«
(2.Mós.21,2; 3.Mós.25,45-46).
Í 5. Mósebók (32,4)
lesa vit: »Trúfastur Gud uttan svik, rættvísur og
rættlátur er hann.« Men Dómarabók (9,22-23) veit at siga, at »Gud
sendi
illan anda upp ímillum Abimelek og Sikem-búgva, so at Sikem-búgvar sviku
Abimelek.« Og Paulus sigur: »Tí sendir Gud teimum kraftmikla villing, so at
tey trúgva lygnini . . .« (2.Ts.2,11).
»Friður á jørð,
og í menniskjum góður tokki!« ljóðar tað hjá Lukasi (2,14),
og Jesus segði: »Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg
tykkum«
(Jóh.14,27). Men eina aðra ferð segði hann: »Haldið i k
k i , at eg eri
komin at bera frið til jarðar; ikki eri eg komin at bera frið, men
svørð.
Tí at eg eri komin at elva stríð millum mann og faðir hansara, millum
dóttur og móður hennara . . .« (Mt.10,34-35).
Matteus (10,10) sigur
frá, at tá ið Jesus sendi lærusveinarnar út, segði
hann,
teir s k u l d u i k k i hava stav og skógvar. Men
Markus (6,8-9)
sigur, at Jesus segði, teir s k u l d u .
»Lygivarrar eru
Harranum ein andstygd« ljóðar eitt av Orðatøkunum (12,22).
Men í 1. Kongabók (22,23) stendur: »Sí, soleiðis hevur nú Harrin lagt
l y g i a n d a í munnin á øllum hesum profetum tínum, av tí at
Harrin hevur
rátt av at lata ógævu koma oman yvir tey.«
»Eg eri Harrin! Eg
birtist fyri Abrahami, Ísaki og Jákupi sum Gud hin
alvaldi, men undir navninum H a r r i n havi eg ikki opinberað meg fyri
teimum« sigur Harrin í 2. Mósebók (6,2-3). Men sambært 1. Mósebók
(15,1.7)
»kom orð Harrans til Abrams í sjón soljóðandi . . . - Eg eri H
a r r i n ,
ið leiddi teg úr Ur Kaldeu.« Og seinni (28, 10-13): »Jákup . . . legði
seg
har at sova. Tá droymdi hann . . . Men uppi yvir honum stóð Harrin og
segði: - Eg eri H a r r i n , Gud Abrahams og Gud Ísaks, faðirs tíns.«
Hjá Jóhannesi
(18,19-20) lesa vit: »Høvuðspresturin spurdi nú Jesus . . .
um læru hansara. Jesus svaraði honum: - Eg havi talað opinberliga
fyri
heiminum, eg havi altíð lært í samkomuhúsum og í halgidóminum,
har sum
allir jødarnir koma saman, og í l o y n d u m havi eg einki
talað«. Men
Markus (4,10-12) sigur frá, at »tá ið hann var einsamallur, spurdu teir,
sum vóru um hann umframt teir tólv, hann um líknilsini. Og hann segði við
teir: - Tykkum eru Guds ríkis loyndamál givin, men til teirra, ið
uttanfyri
eru, kemur alt í líknilsum, til tess at tey, tó at tey síggja, skulu síggja
og ikki skilja, og tó at tey hoyra, skulu hoyra og ikki fata . . .«
Matteus (12,17-19)
sigur at tað skuldi ganga út (við Jesusi), ið talað er
av Jesaja profeti, ið sigur: ». . . Ikki skal hann d e i l a , ei
heldur
rópa upp á há, og ikki skal nakar hoyra mál hansara á gøtunum.«
Men í somu
bók (23,1-33) hoyra vit Jesus tala við mannamúgvurnar: »Vei tykkum,
skriftlærdir og farisearar, tykkara falsarar! . . . Tykkara býttlingar og
blindu! . . . Tykkara eiturormar! Tykkara drekaungar! Hvussu kunnu tit
sleppa undan Helvitis dómi?«
4. Mósebók (12,3)
sigur, at »Móses var sera tolin, ja, tolnari enn allir
menn á jørð.« Men sama bók (31,14-17) sigur frá, at »Móses
reiddist inn á
herhøvdingarnar, ið komu aftur av herferðini . . . : - Hava tit
latið allar
konur teirra vera á lívi? . . . Drepið tí øll sveinabørn og
allar konur, ið
hava havt samlegu við menn.«
»Haldið ikki, at
eg eri komin at a v t a k a lógina« segði Jesus
(Mt.5,17). Men Paulus sigur, at »hann (Jesus) í holdi sínum t ó k
a v
lógina við boðorðum og skipanum.« (Ef.2,15).
»Vilt tú koma inn
til lívið, tá halt boðini . . . æ r a faðir tín
og
móður tína!« segði Jesus einaferð (Mt.19,17-19). Men hetta rímar
illa við
orð hansara: »Um onkur kemur til mín og ikki h a t a r faðir
sín og móður
og konu og børn og brøður og systrar, ja, sína egnu sál við,
kann hann ikki
vera lærusveinur mín.« (Lk.14,26).
»Tú mást ikki sláa
í hel!« sigur Harrin í 2. Mósebók (20,13). Men seinni í
somu bók (32,27) ljóða boðini: »So sigur Harrin, Gud Ísraels: - Gyrðið
tykkum allir svørði . . . og jarðleggið hvør sín bróður,
vin og frænda!« Og
uppaftur: »Um bróðir tín, hálvbróðir tín, ella sonur tín ella dóttir
ella
konan, sum tú fevnir, ella vinur tín, sum tú elskar eins og sjálvan teg,
loyniliga vilja tøla teg til at dyrka aðrar gudar . . . tá mást tú
ikki
gera honum eftir vild . . . men tú skalt d r e p a hann
eirindaleyst.«
(5.Mós.13,5.9).
»Tú mást ikki
stjala!« sigur harrin í 5. Mósebók (5,19). Men seinni í somu
bók (20,14) er annað ljóð: »Konur og børn og fenað og alt,
sum í borgini
er, alt, sum í henni verður r æ n t , er tær loyvt at
taka sum herfong, og
njóta tað, sum rænt verður frá fíggindum tínum, alt tað,
sum Harrin Gud tín
gevur tær.«
»Hav teg langt burtur
frá órættvísum máli, og bana ikki hin sakleysa« sigur
Harrin í 2. Mósebók (23,7). Men í 1. Sámuelsbók (15,3) ljóða boðinni:
»Far
nú og herja á Amalek og víg hann og alt hansara deyðanum; eir honum ikki,
men deyða bæði menn og konur, børn og bróstabørn .
. .!«
»Sonur skal ikki bera
misgerð faðirs síns« (Ez.18,20) og »børnini skulu
ikki lata lív fyri tað, sum fedrarnir hava brotið: hvør skal
lata lív fyri
sína egnu synd« sigur Harrin (5.Mós.24,16). Men aðrar tíðir sigur
hann
beint øvugt. »Eg Harrin, Gud tín, eri vandlátur Gud, sum lati misgerðir
fedranna vitja aftur á børnini í 3. og 4. lið!« (2.Mós.20,5), »Latið
synir
hansara bløða fyri misgerðir fedra teirra!« (Jes.14,21), og »Eingin,
sum er
føddur í hori, má vera í savnaði Harrans, heldur ikki í 10.
ættarlið.«
(5.Mós.23,2).
Í Jesajabók (45,23)
sigur Harrin: »Fyri mær skal hvørt knæ boyggjast og
hvør tunga svørja við meg.« Men Jesus lærir tvørturímóti:
»Men eg sigi
tykkum, at tit als ikki eiga at svørja, hvørki við himmalin .
. . ella
jørðina . . . Men tala tykkara skal vera: Ja, ja; nei, nei; men tað,
ið
kemur út um hetta, er av tí illa.« (Mt.5,34-37).
»Nei, føsta,
sum mær líkar, er at . . . sleppa kúgaðum leysum og sorla
hvørt eitt ok« sigur Harrin (Jes.58,6). Men aðrastaðni sigur
hann við
Ísraels menn: »Eisini mega tit keypa tykkum trælir av børnum hjá
teimum
niðursetumonnum, sum búgva í útisetri hjá tykkum . . . tey skulu vera
ogn
tykkara . . . so at tey verða trælir hjá tykkum allar tíðir.«
(3.Mós.24,44-46).
Sagt verður, at »tann
er eingin, sum rættvísur er, ikki ein« (Róm.3,10).
Men Lukas (1,5-6) sigur um Sakarias og Elisabet, at »tey vóru bæði
r æ t t v í s fyri Gudi og livdu rættiliga eftir øllum boðum og
fyriskipanum Harrans.« Og í 2. Pætursbrævi (2,7-8) lesa vit, at »Gud bjargaði
hinum r æ t t v í s a Lot . . . Hesin rættvísi maður.«
Paulus (1.Tim.2,3-4)
sigur, at »Gud vil, at ø l l menniskju skulu verða
frelst og koma at kenna sannleikan«, og Pætur (2.Pæt.3,9) sigur, at
Jesus
»ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar.«
Men Jesus segði sjálvur við lærusveinarnar: »Tykkum eru
Guds ríkis
loyndarmál givin; men til teirra, ið uttanfyri eru, kemur alt í líknilsum,
til tess at tey, tó at tey síggja, skulu síggja og ikki skilja, og tó at
tey hoyra, skulu hoyra og ikki fata, so at tey a l d r i mega venda
um og
teimum verða fyrigivið« (Mk.4,11-12). Og Paulus sigur: »Tí sendir Gud
teimum kraftmikla villing, so at tey trúgva lygnini, fyri at øll tey
skulu
verða dømd, sum ikki hava trúð sannleikanum.« (2.Ts.2,11-12).
»Hvør tann, ið
ákallar navn Harrans, skal verða frelstur« sigur Paulus
(Róm.10,13), og Jesus sigur: »Av o r ð u m tínum skalt tú
verða kendur
rættvísur og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur«
(Mt.12,37). Men Jeus
sigur eisini: »Ikki hvør tann, ið sigur til mín: - Harri, harri,
skal koma
inn í Himmiríkið; men tann, ið g e r vilja faðirs míns,
sum er í
himlinum.« (Mt.7,21).
Paulus sigur: »Einki
hold verður rættvísgjørt fyri honum av lógargerningum«
(Róm.3,20), og »vit vita, at maður ikki verður rættvísgjørdur
av
lógargerningum, men e i n a v i ð t r ú g v
á Jesus Krist«
(Gal.2,16). Men sami maður sigur eisini, at »tey, sum gera eftir lógini,
skulu verða rættvísgjørd« (Róm.2,13), og í Jákupsbrævinum
(2,24) verður
sagt, at »menniskjan verður rættvísgjørd av gerningum og
i k k i a v t r ú g v e i n a .«
Paulus sigur: »Um
einhvør ikki hevur u m s o r g a n fyri sínum egnu og
serstakliga fyri húsfólki sínum, tá hevur hann avnoktað trúnna og er
verri
enn vantrúgvur« (1.Tim.5,8). Men Jesus sigur: »Sanniliga sigi eg tykkum, at
tann er eingin, sum hevur y v i r g i v i ð hús ella konu ella
brøður
ella foreldur ella børn fyri Guds ríkis sakir, uttan at hann skal fáa
tað
mangar ferðir aftur í hesi tíð og í hinum komandi heimi ævigt lív.«
(Lk.18,29-30).
»Elskið fíggindar
tykkara og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum, gerið
væl ímóti teimum, ið hata tykkum« segði Jesus (Mt.5,44). Men
hann segði
eisini: »Vei tykkum, sum nú læa, tí at tit skulu syrgja og gráta!«
(Lk.6,25). Og Paulus sigur: »Um einhvør boðar tykkum annan gleðiboðskap
enn
tann, sum tit hava tikið við, tá veri hann bannaður! . . . Gævið,
at teir,
sum øsa tykkum upp, høvdu limløstað seg sjálvar!«
(Gal.1,9; 5,12).
Jesus segði
einaferð: »Tit døma eftir holdinum, eg dømi ongan« (Jóh.8,15),
og »Eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin« (Jóh.12,47).
Men eina aðru ferð mælti hann: »Til dóms eri eg komin í henda
heimin«
(Jóh.9,39), og Matteus (11,20-23) sigur frá, hvussu hann dømdi
bygdirnar:
»Vei tær, Korasin! Vei tær, Betsajda! . . . tað skal gangast Týrus
og Sidon
frægari á dómadegi enn tykkum. Og tú, Kapernaum! . . . til heljar skalt
tú
stoytast oman!«
HESI 40 dømini
munnu tala fyri seg. Kann vera, at okkurt kann tulkast so,
at andsøgnin dettur burtur. Kortini standa nóg nógv dømi eftir
sum prógv
um, at eg havi grein í mínum máli: Bíblian er hvørki óreingilig ella
svikaleys. Vit kunnu ikki líta á alt, sum stendur í henni. Og um tað er
Guds orð, hvat mugu vit so ikki halda um Guds orð? Og um henda gud? Er
tann, sum kallar hetta Guds orð, ikki tann versti gudsspottarin av øllum?
Høgni av Heiði
(Greinin stóð í
Dimmalætting 22.12.1999)